1368.20 - Gev mær styrki. Narrative Medicine og bókmentir sum tilfeingi hjá sjúkum og syrgjandi (BA)


Skeiðsnummar
1368.20
Heiti
Gev mær styrki. Narrative Medicine og bókmentir sum tilfeingi hjá sjúkum og syrgjandi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at kanna, hvussu bókmentir og við teimum bæði lesing og skriving kunnu verða brúkt sum terapi í ymsum høpum. Á skeiðinum verða bókmentir viðgjørdar sum eitt triðja terapeutiskt rúm millum lækna og kreppu- og sjúkurakt menniskju. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu sorg og sjúka fáa týdning sum bókmentaligt perspektiv, sjónarhorn og sostatt sum ein serlig listalig tilvitan. Skeiðið vendir sær ikki einans til bókmentalesandi og onnur lesandi, men eisini til fólk, sum arbeiða professionelt við sjúku og sorg: prestar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, jarðarmøður, heilsuhjálparar og onnur áhugað.
Innihald
Greind verða føroysk, norðurlendsk og onnur evropeisk verk. Trivið verður í greinir um miðstødd hugtøk innan nýggja vísindaøkið Narrative Medicine (breiðari: Medical Humanities) við yvirskipaðum atliti at koplingum millum tað medisinska sum ‘Medical care (Rita Charon) og tað bókmentaliga sum ‘Uses of literature’ (Rita Felski). Vit nærlesa bókmentir við atliti at einari tvørvísindaligari – bókmentafrøðiligari-medisinskari – tilgongd, men líta eisini at heimspekiligum og gudfrøðiligum (hermeneutiskum) meiningsperspektivum. Spurt verður í hesum sambandi, hvussu bókmentir – bæði sum skriving og lesing – við sínum søgum og myndamáli kunnu linna, lívga og kanska lekja, og hvussu bókmentir verða og kunnu verða brúktar kliniskt. Skeiðið presenterar amboð, prinsipp og praksis innan Narrative Medicine við atliti at, hvussu hesi kunnu brúkast til at lýsa og lýsa upp tann skuggaheim, sum sjúkurakt ofta eru í. Vit lesa tískil bæði kanonisk bókmentaverk og lívssøgur um ymisk sløg av líðingum og sjúkum. Gjøgnum søguna og serliga fiktiónslinsuna er lættari at konfrontera seg við eitt trauma, eina depressión ella aðra sjúkrakenda støðu. Serliga verður kannað 1) hvussu bókmentir kunnu verða troyttar sum eitt tilfeingi, har tær kunnu krøkjast í gerandislív og lívspraksis: identifikatión, empati, afturkenning, viðurkenning, innlivilsi, endurganding og 2) hvussu øll hesi element kunnu setast í samband við hermeneutiska skapan av meining og 3) hvussu ikki einans lesing, men eisini skriving kunnu roynast sum ein hjálparhond til at skilja lívssøguna hjá sjúklinginum ella tí kreppurakta.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika í: • At lýsa mun og líkskap millum Narrative Medicine og Conventional Medicine. • At læra at nýta hugtøk innan Narrative Medicine, Medical Humanities og hermeneutiska heimspeki. • At lýsa ymsar tilgongdir til hugtøk innan Narrative Medicine sum identifikatión, empati, afturkenning, viðurkenning, innlivilsi, endurganding o.s.fr. • At greina ymisk brúk av bókmentum, sum kunnu setast í samband við heilsulig viðurskifti, eitt nú í prædikum, lesibólkum og í fólkakirkjurúminum yvirhøvur. • At greina sambond millum ‘evropeiskar’ og føroyskar bókmentir/lívssøgur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minuttum í fyrireikingartíð).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók: Rita Charon: Narrative Medicine. Honoring the Stories of Illness. Oxford University Press, 2006.
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg