1371.20 - Orð- og myndlist og veruleiki (BA)


Skeiðsnummar
1371.20
Heiti
Orð- og myndlist og veruleiki (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Geva lesandi kunnleika um søgulig sjónarmið og týðandi hugtøk um viðurskiftini millum orð- og myndlist. Mynda- og tekstagreining verða vand við støði í føroyskum skaldskapi og føroyskari myndlist í 20. og 21. øld við útlitum til aðra, í høvuðsheitum, vesturlendska list.
Innihald
Greind verða skaldsligir tekstir frá Janusi Djurhuus til Onnu Maluna Jógvansdóttur og klassisk og modernað myndlistaverk frá Sámali Joensen-Mikines til Silju Strøm. Verkini verða viðgjørd í viðkomandi søguligum og listfrøðiligum høpi og við ástøði um sambond millum listagreinirnar, eitt nú ekfrasa.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, ið greina verk og lýsa greiningarhugtøk v.m. Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga at: • greina orð- og myndlistaverk • lýsa og brúka viðkomandi greiningarhugtøk • lýsa sambond millum mynd- og orðlist • lýsa viðkomandi rák í bókmentum og list
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Malan Marnersdóttir (ritstj.) Orð, mynd og veruleiki. Setursrit 10. Fróðskapur 2019. Longri listi verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir