1620.19 - Fagurfrøði


Skeiðsnummar
1620.19
Heiti
Fagurfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at geva innlit í fagurfrøði sum fak og sum tól at hugsa greinandi um list. Studenturin ognar sær kunnleika um lyklaástøði og hugtøk innan fagurfrøði og mennir førleikan at viðgera heimspekiligar spurningar um list gjøgnum kjak og kritiska tankagongd.
Innihald
Lisið verður eitt úrval av upprunatekstum, sum hava havt avgerandi týdning í fagurfrøðisøguni. Vit viðgera m.a. tær týdningarmestu royndirnar at nágreina, hvat list er, og umrøða spurningin, hvørt tað yvirhøvur ber til at allýsa list. Er nakar felagsnevnari, sum eykennir alla list, ella hava ymsu listagreinarnar hvør sína serstøku kjarnu, sum togar tær í hvør sína ætt? Eisini spyrja vit, hvat listaligt virði er, og um tað ber til at hava sakligar grundir til at siga, at eitt listaverk er betri enn eitt annað. Hava summi fólk ein serliga góðan fagurfrøðiligan sans, sum ger tey meira før enn onnur at skilja millum góða og ringa list, ella er fagurfrøðiligur smakur einans eitt tekin um, hvørja stætt ein hoyrir til? At enda viðgera vit eisini sambandið millum listafólk og áskoðara/áhoyrara/lesara. Er tað altíð listafólkið, sum ger av, hvønn týdning eitt listaverk hevur, ella hevur almenningurin eins nógv ræði yvir, hvat verkið merkir, og hvussu tað skal tulkast?
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og næmingaframløgum umframt kjakfundir um útvaldar tekstir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá grundleggjandi hugtøkum og rákum úr fagurfrøðisøguni - greina og eyðmerkja styrkir og veikleikar við týðandi listaástøðum - gera egnar niðurstøður um hesi ástøði - nýta fagurfrøði sum tól at hugsa um listaverk og listagreinar úr einum heimspekiligum sjónarhorni
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva á uml. 10 síður. Studenturin fær 14 dagar at skriva uppgávuna í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin er um 500 síður til longdar og er settur saman av tekstum úr hesum verkum: Noël Carroll, Philosophy of Art: A Contemporary Introduction, Routledge, 1999. Sara Danius, Cecilia Sjöholm & Sven-Olov Wallenstein, Aisthesis. Estetikens Historia, Del 1, Thales, 2012. Matthew Kieran, Revealing Art, Routledge, 2005. Alex Neill & Aaron Ridley, The Philosophy of Art: Readings Ancient and Modern, McGraw-Hill, 1995.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska