1625.19 - Verkstova I - Ritlist


Skeiðsnummar
1625.19
Heiti
Verkstova I - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær grundleggjandi vitan um ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan ritlist og læra at brúka vitanina verkliga.
Innihald
Skeiðið verður lagt til rættis, so innihaldið í mest møguligan mun samsvarar við áhugamálini og tørvin hjá studentunum. Undirvíst verður eitt nú í frásagnarhættum, neyvlesing, narratologi, týðing og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri skaldskapargreinina/slagið, ið studentarnir arbeiða við. Dentur verður bæði lagdur á at greina viðkomandi skriviástøði og at meistra ástøðiliga vitan í verki.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá grundleggjandi ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan ritlist - greinandi viðgera hesi - sýna dømi um hesi í verki og meta um tey
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna ger studenturin ein lestrarlista á umleið 500 síður burtur úr tilfarinum, sum er lisið í sambandi við skeiðið.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska