1630.19 - Egið arbeiði I - Ritlist


Skeiðsnummar
1630.19
Heiti
Egið arbeiði I - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er at studenturin er innskrivað/ur til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at menna sjálvstøðugt skrivingarlag og evnini at varnast, hvussu verkligu avgerðirnar, ein tekur sum høvundur ella yrkjari, treyta tekstirnar hjá einum listaliga.
Innihald
Arbeitt verður við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa og greina tekstirnar við atliti at serligum eyðkennum í skrivikynstri og samsvari millum listaligar ætlanir og úrslit.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum greinandi samrøður í bólkum og einsæris samrøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egnan skrivihátt við atliti at stíli og tekstslagi - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum tekstum
Próvtøkuháttur
Samansett. Sjálvvalt egið verk + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska