1640.19 - Egið arbeiði I - Tónlist


Skeiðsnummar
1640.19
Heiti
Egið arbeiði I - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at menna sjálvstøðugt tónasmíð og evnini at varnast, hvussu avgerðirnar, ein tekur sum tónaskald, treyta listaligu eginleikarnar hjá verkunum, sum spyrjast burturúr.
Innihald
Arbeitt verður við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og greina verkini við atliti at, hvussu kompositión og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum greinandi samrøður í bólkum og einsæris samrøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egið tónasmíð við atliti at stíli og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum
Próvtøkuháttur
Samansett. Sjálvvalt egið verk + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið/lurtað eftir á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska