1641.20 - Always Coming Home: Laboratorium fyri vistgreining, posthumanismu og nýggja materialismu innan list


Skeiðsnummar
1641.20
Heiti
Always Coming Home: Laboratorium fyri vistgreining, posthumanismu og nýggja materialismu innan list
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at stimbra listaligu tilgongdina hjá studentunum við at geva teimum amboð til at skapa og skilja list í mun til eina størri listaliga, menniskjaliga og samfelagsliga heild. Studentarnir læra at tulka og skriva um síni egnu verk og harvið eisini at skilja sín leiklut sum listafólk.
Innihald
Natúran og landslagið eru komin aftur á breddan, har vit nú síggja umfarið av einari endurnýggjari kenslu fyri natúru, vísindum og landsløgum innan flest allar listagreinar. Rákið hevur skapað ein øktan áhuga fyri natúrsøgu, materialiteti, vistfrøði, har tað antroposena, tvs. tíðarskeiðið har menniskjunnar ávirkan og broyting av natúruni er tað, ið eyðkennir jørðina. Seta vit hetta saman við eini vend innan bæði heimspeki og listaástøði ímóti tí materiella, so hómast umhvarvið av trimum sporum, ið vit skulu kanna: tað sokallaða økokritiska/vistgreinandi, tað materiella og tað post-humanistiska. Upprunaliga hevur orðið vistfrøði (økologi) rót í orðinum ’oikos’ sum á grikskum merkir heim, men hvørki heimurin ella heimið eru longur tey somu, tí bæði vit og onnur sløg av lívandi verum eru rakt av vistfrøðiligum hóttanum. Orðið ‘økonomi’ kemur eisini av somu rót, frá oikos, og inniheldur tankar um húsarhald, familju, og hvussu vit umsita heimið. Oikonomia merkir umsorg, og hvussu vit fara við heiminum hjá okkum. Jørðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, bólkaarbeiði, seminarum og meistaralæru (masterclass).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá um vistgreining, posthumanismu og nýggja materialismu innan list - tulka og skriva um egin verk út frá hesum ástøðum - hyggja eftir verkunum hjá øðrum í mun til seg sjálvan og miðla egna fatan av egnum arbeiði.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva á 5-6 síður. Studenturin fær 14 dagar at skriva uppgávuna í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lisnar verða uml. 250 síður, har ein fimtapartur er bókmentaligt tilfar og restin er ástøðiligir tekstir.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen