1642.20 - Verkstova II - Ritlist


Skeiðsnummar
1642.20
Heiti
Verkstova II - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir fáa innlit í ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan týðing og skapandi skriving og læra at brúka hesa vitan í egnum ritlistaligum arbeiði.
Innihald
Skeiðið er helvt um helvt um týðing og skapandi skriving. Undirvíst verður í týðing bæði ástøðiliga og verkliga. Viðkomandi tættir í týðingarfrøðini verða viðgjørdir, og studentarnir fáa høvi og leiðbeining í at týða útvaldar tekstir. Innan skapandi skriving verður serliga undirvíst í at skriva prosa. Hugt verður millum annað eftir, hvussu ein brúkar ymisk sløg av íblástrarkeldum í skrivitilgongdini, hvussu skriving kann vera tilvitað uttan at køva tað ótilvitaða, og hvussu prosa kann vera eitt tól at síggja og forfata lívsins brigdi. Arbeitt verður bæði við at læra av ritlistaligum fyrimyndum og við at finna sína rødd sum høvundur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá ástøðiligum hugsanum og arbeiðhættum innan týðing og skapandi skriving - greinandi og kritiskt viðgera hesi - sýna dømi um menning av egnum arbeiðshættum innan ritlist (framleiða avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er viðgjørt á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen