1643.20 - Egið arbeiði II – Ritlist


Skeiðsnummar
1643.20
Heiti
Egið arbeiði II – Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við ritlist og menna egið skrivingarlag.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið I - Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa, greina og kritiskt viðgera egnan tekst við atliti at serligum eyðkennum í skrivikynstri og samsvari millum listaligar ætlanir og úrslit. Eisini verða viðkomandi ástøðiligir tekstir lisnir, ið seta tað at skriva í størri listalig, heimspekilig og samfelagslig høpi. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum bólkarbeiði og einsæris samrøður við mentorar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egnan skrivihátt við atliti at tekstslagi og móttakara - meta um listaligar styrkir og veikleikar hjá egnum tekstum - sýna dømi um menning av egnum arbeiði innan ritlist (framleiða avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen