1644.20 - Tónleikur og modernitetur - týðandi listarák í 20. øld


Skeiðsnummar
1644.20
Heiti
Tónleikur og modernitetur - týðandi listarák í 20. øld
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsprógv ella tilsvarandi fyrireiking.
Endamál
Skeiðið gevur studentunum yvirlit yvir samanhangir millum tónleik og týðandi listarák í 20. øld. Gjøgnum fyrilestrar, verkdømi og kjak læra studentarnir at greina tónleik/ljóð við atliti at áðurnevndu samanhangum og menna eitt egið innlit í viðkomandi rák og tíðarskeið.
Innihald
Hetta skeiðið gevur yvirlit yvir høvuðsástøði í listasøguligum tíðarskeiðum í 20. øld við serligum denti at tónleiki og ljóði sum listaligum fyribrigdi. Umvegis tekstir, fyrilestrar og kjak veitir skeiðið eina innleiðslu í heimspekiliga og ástøðiliga viðgerð av listaligari skapan í mun til viðkomandi hugtøk sum modernisma, avantgarde, tøgn, útlegd, modernitetskritikkur og minimalisma. Týðandi tekstir og verk verða lisin og sett í samanhang. Skeiðið fevnir harumframt um framløgur og viðgerð av úrvaldum verkum, har omanfyrinevndu ástøðiligu træðrirnir eru knýttir og ítøkiliggjørdir.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við verkdømum og kjaki hvørja viku.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er lokið, skulu studentarnir vera førir fyri at greiða frá høvuðsástøðum í tónleiki í 20. øld, og at viðgera hesi á kritiskan hátt. Eisini verður væntað, at studentarnir hava ognað sær grundleggjandi hugtøk, sum teir duga at brúka til at lýsa og hugsa um sína egnu tónlistaligu arbeiðsgongd.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minuttum í fyrireikingartíð).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Martin Clayton, Trevor Herbert & Richard Middleton (2011), The Cultural Study of Music - A Critical Introduction, Taylor & Francis Ltd. (kapitlar burturúr) Christoph Cox & Daniel Warner (2006), Audio Culture: Readings in Modern Music, Continuum International Publishing Press. (kapitlar burturúr) Knút Háberg Eysturstein (2019), Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin, Sprotin. (kapitlar burturúr) Douglas Kahn (2012), Noise, Water, Meat: A history of sound in the arts, Massachussets Institute of Technology. (kapitlar burturúr) Alex Ross (2007), The Rest is Noise - Listening to the Twentieth Century, Fourth Estate (kapitlar burturúr) Karl Aage Rasmussen (2011), Musik i det tyvende århundrede, Gyldendal (kapitlar burturúr) Nakrir kapitlar úr øðrum verkum og nakrar greinar úr tíðarritum verða eisini at lesa.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen