1645.20 - Verkstova II – Tónlist


Skeiðsnummar
1645.20
Heiti
Verkstova II – Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir fáa grundleggjandi innlit í tónleikaframleiðslu og læra at brúka viðkomandi tónleikatøkni í egnum tónlistaligum arbeiði.
Innihald
Verkstovan fer í stóran mun at snúgva seg um, hvussu tónleikatøkni verður nýtt í skapandi tónasmíð og sum amboð at framleiða liðug tónleikaverk. Undirvísingin verður løgd til rættis, so innihaldið í mest møguligan mun samsvarar við verkliga tørvin hjá studentunum. Arbeitt verður eitt nú við at greina og brúka ymsar tónleikaformar. Undirvíst verður í at brúka viðkomandi forrit og tøkni, og studentarnir læra at arbeiða við egnum tónleikaverkum frá upptøku til lidna framleiðslu. Eisini verður hugt eftir mótsetninginum millum elektroniskan og ikki-elektroniskan tónleik og listaligu møguleikunum, ið finnast í hesum mótsetningi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan tónasmíð og tónleikaframleiðslu - greinandi og kritiskt viðgera hesi - sýna dømi um menning av egnum arbeiðshættum innan tónasmíð við serligum atliti at tónleikaformum og tónleikaframleiðslu (gera avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er viðgjørt á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen