1647.20 - Egið arbeiði III - Ritlist


Skeiðsnummar
1647.20
Heiti
Egið arbeiði III - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II - Ritlist.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við ritlist, at menna egið skrivingarlag, og at eyðmerkja egið ritlistaligt arbeiði og listaligan profil.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið II - Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa, greina og kritiskt viðgera egnan tekst við atliti at serligum eyðkennum í skrivikynstri og samsvari millum listaligar ætlanir og úrslit. Eisini verða viðkomandi ástøðiligir tekstir lisnir, ið seta tað at skriva í størri listalig, heimspekilig og samfelagslig høpi. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum bólkarbeiði og í samrøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egnan skrivihátt við atliti at tekstslagi og móttakara - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum tekstum - vísa dømi um menning av egnum arbeiði í ritlist (framleiða avriksmappu) - sjálvtøðugt at eyðmerkja egið ritlistaligt arbeiði og listaligan profil
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið/lurtað eftir á skeiðinum umframt egið tilfar. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen