1648.20 - Egið arbeiði III- Tónlist


Skeiðsnummar
1648.20
Heiti
Egið arbeiði III- Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II - Tónlist.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt og sjálvstøðugt við egnari tónlist, og at eyðmerkja egið tónlistaligt arbeiði og listaligan profil.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið II - Tónlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta, greina og kritiskt viðgera egið verk við atliti at, hvussu kompositión, formur og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum. Eisini verða viðkomandi ástøðiligir tekstir lisnir, ið seta arbeiðið hjá studentunum í størri listalig, tónleikaástøðilig og samfelagslig høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum bólkarbeiði og í einsæris samrøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egið tónasmíð við atliti at stíli, formi og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum, - vísa dømi um menning av egnum arbeiði innan tónlist (framleiða avriksmappu) - sjálvtøðugt eyðmerkja egið tónlistaligt arbeiði og listaligan profil
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið/lurtað eftir á skeiðinum umframt egið tilfar. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen