1649.20 - Verkstova III - Ritlist, Poeisis & yrking


Skeiðsnummar
1649.20
Heiti
Verkstova III - Ritlist, Poeisis & yrking
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Verkstova II - Ritlist.
Endamál
Studentarnir fáa innlit í ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan yrkingalist og skapandi skriving, og læra at brúka hesa vitan verkliga í egnum ritlistaligum arbeiði.
Innihald
Hugtakið poeisis stavar úr oldgrikskum og merkir at framleiða ella at skapa nakað, sum ikki var til frammanundan. Skeiðið leggur dent á at kanna sambandið millum listaliga skapan/framleiðslu og orð sum eitt slag av grundevni at skapa burturúr. Arbeitt verður við yrkingalist, leikskaldskapi, framburð/framførslu, og málfrøði undir leiðslu av undirvísarum, sum fást við hesi øki á ymiskan hátt.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá ymsum arbeiðshættum og málnýtslum innan yrkingalist,leikskaldskap, og tekst til framburð/framførslu - sjálvstøðugt og kritiskt at viðgera hesi tekstasløg - vísa dømi um egin avrik innan hesi (framleiða avriksmappu)
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er viðgjørt á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen