1650.20 - Verkstova III - Tónlist, Kompositión


Skeiðsnummar
1650.20
Heiti
Verkstova III - Tónlist, Kompositión
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Verkstova II - Tónlist.
Endamál
Studentarnir ogna sær vitan um tónleikatøkni, sampling og syntesu, og læra at brúka vitanina verkliga í arbeiðinum við egnari tónlist.
Innihald
Skeiðið er framhald av Verkstova II Tónlist. Studentarnir læra at framleiða og viðgera ljóð við støði í teldu, og at brúka viðkomandi forrit og tøkni. Studentarnir læra at brúka upptikin umhvørvisljóð í tónleiki, og studentarnir fáa innlit í háttaløg innan sampling og syntesu umframt framkomna nýtslu av upptøkuhølum. Studentarnir arbeiða við egnum tilfari og kompositiónum, og fáa vegleiðing frá undirvísarum, og serligur dentur verður lagdur á uppbygging og menning av sjálvstøðugari tónlist.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá háttaløgum og arbeiðsháttum innan tónleikatøkni, sampling og syntesu - sjálvstøðugt og kritiskt at viðgera hesi - vísa sjálvstøðug dømi um hesi í verki (framleiða avriksmappu)
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er viðgjørt á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen