1651.20 - Ástøði III, Tónleikaástøði


Skeiðsnummar
1651.20
Heiti
Ástøði III, Tónleikaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Studentarnir læra, við støði í tónleikaástøði, sjálvstøðugt at meta um tónlist í mun til ymisk góðskuparametur, tónleikasløg og tónlistasøgu, og at samskifta neyvt um hetta.
Innihald
Skeiðið gevur studentunum innleiðslu í tónleikaástøði, analysu og útseting í tónlistasøguligum ljósi. Dentur verður lagdur á at styrkja analytisku førleikarnar hjá studentunum innan tónlist og kompositión og at menna eginleikan at binda saman tónlistaástøði og estetisk sjónarmið. Undirvísingin tekur støði í tónleikaástøðiligum hugtøkum og terminologi, og studentarnir styrkja sínar førleikar at eyðmerkja tónlistaligan samleika. Studentarnir fáa innlit í tónlistafakliga vitan, og læra at brúka hesa í samband við avbjóðingar innan egið (tón-)listaligt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, kjaki, seminarum, meistaralæru (masterclass) og studentaframløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá tónleikaástøði í einum tónlistasøguligum ljósi - meta um tónlist í mun til ymisk góðskuparametur og tónleikasløg, og at samskifta neyvt um hetta - binda saman tónlistaástøði og estetisk sjónarmið - eyðmerkja tónlistaligan samleika
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfarið, sum er viðgjørt á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen