1652.20 - Ástøði III, Tónleikaástøði 2


Skeiðsnummar
1652.20
Heiti
Ástøði III, Tónleikaástøði 2
ECTS
15
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Studentarnir læra, við støði í tónleikaástøði, sjálvstøðugt at meta um tónlist í mun til ymisk góðskuparametur, tónleikasløg og tónlistasøgu, og at samskifta neyvt um hetta. Eisini verður dentur lagdur á at skilja sambandið millum menning í føroyskari tónlist og evropeiskum tónlistarákum.
Innihald
Skeiðið gevur studentunum innleiðslu í tónleikaástøði, analysu og útseting í tónlistasøguligum ljósi. Dentur verður lagdur á at styrkja analytisku førleikarnar hjá studentunum innan tónlist og kompositión og at menna eginleikan at binda saman tónlistaástøði og estetisk sjónarmið. Studentarnir fáa innlit í, hvussu menning og rák í føroyskari tónlist hava samband við tónlistaligu rákini í Evropa í 20. øld. Undirvísingin tekur støði í tónleikaástøðiligum hugtøkum og terminologi, og studentarnir styrkja sínar førleikar at eyðmerkja tónlistaligan samleika. Studentarnir fáa innlit í tónlistafakliga vitan og læra at brúka hesa í sambandi við avbjóðingar innan egið (tón-)listaligt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, kjaki, seminarum, meistaralæru (masterclass) og studentaframløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá tónleikaástøði í einum tónlistasøguligum ljósi - meta um tónlist í mun til ymisk góðskuparametur og tónleikasløg, og at samskifta neyvt um hetta - greina og binda saman tónlistaástøði og estetisk sjónarmið - eyðmerkja tónlistaligan samleika - greiða frá rákum í føroyskari tónlist í 20. øld - meta samanberandi um menning í føroyskari tónlist og evropeiskum tónlistarákum
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfarið, sum er viðgjørt á skeiðinum umframt sjálvlisið tilfar. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini, tvs. umleið 750 síður.
Ábyrgd
Inger Smærup Sørensen