1653.21 - Ástøði IV, Kreativitetur


Skeiðsnummar
1653.21
Heiti
Ástøði IV, Kreativitetur
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Skeiðið gevur innlit í høvuðsástøði, sum mynda nútíðargransking um kreativitet. Studenturin vinnur sær vitan um viðkomandi hugtøk og royndir at greina kreativitet úr ymsum sjónarhornum. Dentur verður lagdur á, at studenturin eisini ognar sær førleika at lýsa og greina egið skapandi arbeiði.
Innihald
Hugflog og skapan verða ofta søgd at vera evni, sum ikki kunnu greinast á vísindaligan hátt. Í hesum skeiðinum kaga vit aftur um mýtisku hugmyndina og royna at skilja kreativitet eins og onnur menniskjalig fyribrigdi. Vit spyrja millum annað, um tað ber til at allýsa kreativitet, um kreativitetetur kann býtast í ymisk sløg, og hvørt kreativt arbeiði fylgir nakrari ávísari mannagongd. Í hesum sambandi viðgera vit eina røð av ástøðum um kreativitet innan heimspeki og kognitivu vísindini. Vit greina styrkir og veikleikar við hvørjum einstøkum ástøði og meta, um ymsu ástøðini eru sambærilig. Eisini viðgera vit praktiskar spurningar, ið stinga seg upp í sambandi við skapandi arbeiði. Ber eitt nú til at læra at vera kreativ/ur, ella snýr kreativitetur seg mest um hepni og at vera á røttum stað í rættari løtu? Eru hugflog og skapan altíð virðismikil? Eisini tá tey verða nýtt til oyðandi endamál? Hesir spurningar noyða okkum at hugsa um kreativitet í einum størri etiskum og samfelagsligum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og næmingaframløgum.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at: - greiða frá grundleggjandi hugtøkum innan gransking um kreativitet - lýsa og greina týðandi ástøði um kreativitet - bera saman ymisk ástøði - meta um styrkir og veikleikar í hvørjum einstøkum ástøði - brúka viðkomandi hugtøk og ástøði at greina egið skapandi arbeiði
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar. Tey, ið fylgja 80% av tímunum, eru virkin í undirvísingini og lata allar uppgávurnar inn, sleppa frá próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska