1654.21 - Ástøði IV, Kontextur – list sum felags uppliving


Skeiðsnummar
1654.21
Heiti
Ástøði IV, Kontextur – list sum felags uppliving
ECTS
5
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Verkstovu III, Egið arbeiði III og Ástøði III.
Endamál
Studentarnir menna fjølbroytta hugsan um egna listaliga framleiðslu, og læra at meta um hesa í samtíðarlistaligum og samfelagsligum samanhangi.
Innihald
Á skeiðinum verður hugt út í samfelagið, út í heimin móti samtíðarlistini, virkandi listafólkum og skapandi virksemi yvirhøvur. Sambond millum einstaka listafólkið og teir samanhangir, sum listafólkið virkar í, verða kannað. Ítøkiliga verða viðgjørd sambond millum list og almennan kritikk, list og akademiska gransking, list og politikk, umframt list í almenna rúminum, t.e. list sum felags uppliving í samfelagnum. Spurt verður m.a.: Hvussu verður listaligt arbeiði ávirkað av ráðandi hugsanum og krøvum í samfelagnum? Hvussu fræls er listin? Hvørji innlit fáast úr list, og hvussu verður støða tikin til hesi innlit? Hvat samband er millum tað, sum listafólk skapa, og tað, sum kritikarar ella granskarar siga ella skriva og fáast við?
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing 3 tímar um vikuna. Fyrilestrar, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - lýsa viðkomandi kjak og kritikk í nútímans viðgerð av list og listaligum virksemi í mun til egna listaliga framleiðslu - vísa á samtíðarligar akademiskar hugsanir um list - viðgera og úr kritiskum sjónarhornum meta um leiklutir, sum listin hevur í samfelagsligum samanhangi
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Virkin luttøka er umframt luttøku í undirvísingini við m.ø framløgu ein skrivlig innlating á uml. 2500 orð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska