1656.21 - Listaligt arbeiði Ritlist


Skeiðsnummar
1656.21
Heiti
Listaligt arbeiði Ritlist
ECTS
20
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Verkstova III, Egið arbeiði III og Ástøði III.
Endamál
Studenturin nemur sær royndir í sjálvstøðugum listaligum arbeiðið, bæði sum einstaklingur og sum partur av bólki. Endamálið við arbeiðinum er at læra at leggja eina listaliga verkætlan til rættis og at útinna ætlanina í verki.
Innihald
Skeiðið endar verkligu skeiðini tvey tey fyrstu árini. Studentarnir arbeiða saman um at geva eitt tekstasavn út og brúka í hesum sambandi tey ástøðiligu amboð og háttaløg, teir hava nomið sær í Verkstovu I-III og Egið Arbeiði I-III. Studentarnir koma við egnum íkasti til tekstasavnið, men skulu í felag síggja til at samlaða savnið er ein listalig heild. Studentarnir hava sjálvir ábyrgd av at leggja arbeiðið til rættis. Umframt sjálva listaligu verkætlanina fevnir arbeiðið eisini um samstarv við veitarar, marknaðarføring, og at fáa møguliga uttanhýsis fígging til vega.
Læru- og undirvísingarhættir
Studentarnir hittast eina ferð um vikuna í 4 tímar. Ein fakligur vegleiðari er til staðar at ráðgeva og tryggja framgongd í verkætlanini. Harumframt arbeiða studentarnir sjálvstøðugt - bæði sum einstaklingar, ið vara av egnum íkasti - og sum bólkur, ið varar av listaligu dygdini av savninum sum heild. Um neyðugt, verða í ávísum førum vegleiðarar við serligum førleikum bjóðaðir at luttaka í undirvísingini.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal studenturin duga at: - leggja eina listaliga verkætlan til rættis frá hugskoti til endaliga framleiðslu - útinna verkætlanina í verki saman við øðrum - skapa sjálvstøðugt og munandi listaligt íkast til eina størri listaliga heild - greiða frá og meta um egið listaligt avrik í mun til verkætlanina, ið avrikið er partur av
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu. Tekstasavnið er partur av avriksmappuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við skeiðsbyrjan og eftir tørvi. Studenturin gevur upp ein lestrarlista, sum í vavi svarar til uml. 400 síður, umframt tað, sum studentarnir framleiða á skeiðinum.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska