1662.21 - Verkstova við sjálvlestrarlista Ritlist


Skeiðsnummar
1662.21
Heiti
Verkstova við sjálvlestrarlista Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær vitan um ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan ritlist og læra at brúka vitanina í einum ritlistaligum høpi.
Innihald
Undirvíst verður eitt nú í frásagnarhættum, neyvlesing, tekstasløgum og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri skaldskapargreinina/slagið, ið studentarnir arbeiða við. Dentur verður bæði lagdur á at greina viðkomandi ástøðiligar hugsanir um skriving og at menna egna skriving í einum ritlistaligum samanhangi. Studenturin ger í hesum sambandi ein sjálvlestrarlista við 5 verkum, ið eru viðkomandi fyri ritlistaliga arbeiðið, ið studenturin fæst við. Undirvísarin góðkennir listan, áðrenn listin legst afturat tilfarinum, sum kann vísast til undir próvhoyringini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða nágreiniliga frá ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan ritlist - kritiskt viðgera viðkomandi ástøði og arbeiðshættir - brúka viðkomandi ástøði og arbeiðshættir í verki og meta sjálvstøðugt um tey - seta egna skriving inn í ein ritlistaligan samanhang
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Harumframt ger studenturin ein sjálvlestrarlista við 5 verkum, ið leggjast afturat tilfarinum, sum kann vísast til undir próvhoyringini.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska