1663.21 - Verkstova við sjálvlestrarlista – Tónlist


Skeiðsnummar
1663.21
Heiti
Verkstova við sjálvlestrarlista – Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær vitan um ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan tónasmíð/sangskriving og læra at brúka vitanina í einum tónlistaligum høpi.
Innihald
Undirvíst verður eitt nú í nótalæru, ljómfrøði, ljóðfalli og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri tónleikagreinirnar, ið studentarnir arbeiða innan. Dentur verður bæði lagdur á at greina viðkomandi tónleikaástøði og at meistra ástøðiliga vitan í verki. Studenturin ger í hesum sambandi ein sjálvlestrarlista við 5 verkum, ið eru viðkomandi fyri tónlistaliga arbeiðið, ið studenturin fæst við. Undirvísarin góðkennir listan, áðrenn listin legst afturat tilfarinum, sum kann vísast til undir próvhoyringini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða nágreiniliga frá ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan tónasmíð/sangskriving - kritiskt viðgera viðkomandi ástøði og arbeiðshættir - brúka viðkomandi ástøði og arbeiðshættir í verki og meta sjálvstøðugt um tey - seta egið tónasmíð og sangskriving inn í ein tónlistaligan samanhang
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Harumframt ger studenturin ein sjálvlestrarlista við 5 verkum, ið legst afturat tilfarinum, sum kann vísast til undir provhoyringini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen