1664.21 - Mentorsamrøður Tónlist


Skeiðsnummar
1664.21
Heiti
Mentorsamrøður Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at stuðla, menna og styrkja studentin í arbeiðinum við egnari Tónlist. Í samráð við útbúgvingarleiðaran velur studenturin ein mentor, sum skal vegleiða studentin í arbeiðinum við egnum tónleiki og veita studentinum amboð til at framleiða ítøkilig tónlistalig úrslit.
Innihald
Mentorur og studentur leggja eina ætlan fyri hálvuna, sum er lagað til tað tónlistaslag, sum studenturin arbeiðir við. Umvegis samrøður við mentor, neyvlurting og kritikk arbeiðir studenturin við at eyðmerkja og menna egna tónlist og tónleikastíl.
Læru- og undirvísingarhættir
Mentorur og studentur møtast 10 tímar í alt í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum einsæris samrøður, har egna tónlistin hjá studentinum verður viðgjørd og ment. Afturat egna tónleikinum hjá studentinum lurta mentorur og studentur eftir øðrum tónlistaligum tilfari og lesa viðkomandi tilfar um tónlist, sum skal virka sum íblástur til egna arbeiðið hjá studentinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá arbeiðsgongd við egnum tónleiki - greina sermerki og eyðkenni við egnum verkum við atliti at stíli, tónlistaslagi og tilvísingum - meta um menning av egnari tónlist
Próvtøkuháttur
Avriksmappa + fylgiskjal verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Studentur og mentorur koma ásamt um ein lestarlista við tilfari, sum samhóskar við og avbjóðar tónlistaliga arbeiðinum hjá studentinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen