1666.21 - Egið arbeiði við eykauppgávum - Tónlist


Skeiðsnummar
1666.21
Heiti
Egið arbeiði við eykauppgávum - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at menna sjálvstøðugt tónasmíð og evnini at varnast, hvussu avgerðirnar, ein tekur sum tónaskald, treyta listaligu eginleikarnar hjá verkunum. Haraftrat er endamálið at taka lut í framleiðsluni av eini verkætlan hjá einum yrkislistafólki og at geva innlit í arbeiðstilgongdini hjá hesum. Studentarnir læra at arbeiða kritiskt og sjálvstøðugt við egnari tónlist og at lýsa egið tónlistaligt arbeiði og listaligan profil. Aftrat hesum læra studentarnir at arbeiða miðvíst við einari tónlistaligari verkætlan, sum ikki er teirra egna, og umvegis samstarv at brúka viðkomandi arbeiðshættir til at framleiða hesa.
Innihald
Arbeitt verður við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og greina verkini við atliti at, hvussu kompositión og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum. Studenturin luttekur eisini í tónlistaligari verkætlan, sum ikki er hennara/hansara egna, har miðvíst verður arbeitt við at gera upptøkur av skrivaðum tónleiki, at redigera upptøkurnar, og at endaliga ljóðviðgera hesar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Umframt verkliga luttøku í tónlistaligari verkætlan, er undirvísingin skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum greinandi samrøður í bólkum og einsæris samrøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egið tónasmíð við atliti at stíli og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum - brúka viðkomandi arbeiðshættir verkliga til at framleiða verkætlan, sum ikki er hennara/hansara egna
Próvtøkuháttur
Samansett. Skrivlig uppgáva + Sjálvvalt egið verk við munnligari framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen