1667.21 - Formhugtakið – formligar endurnýggjanir í bókmentum. (Sjálvlestrarevni)


Skeiðsnummar
1667.21
Heiti
Formhugtakið – formligar endurnýggjanir í bókmentum. (Sjálvlestrarevni)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivaður til lestur á Útbúgvingini í listaligum arbeiði – Ritlistleiðin.
Endamál
Studenturin fær innlit í formhugtakið í bókmentum við støði í bókmentafrøði og við atliti at skapandi skriving. Við at lesa ástøði og skaldskap verður studenturin førur fyri serliga at viðgera form í mun til rák og broytingar í nýggjari bókmentum, m.a. við at lesa og kanna sonevnd hybridverk.
Innihald
Formur er innihald, søgdu modernistarnir. Hvørjir formar eyðkenna bókmentir í dag, og hvat gera ymsu formarnir í mun til tað innihaldsliga, sum ein rithøvundur vil hava fram? Ritlistarliga ber til at spyrja: Hvussu velur ein rithøvundur ein form, sum hóskar til tað, hann vil hava fram? Eru ávísir formar fremjandi fyri ávíst innihald? Ein yvirskipaður spurningur er, hvat formur í grundini er. Er tað ein ávísur bygnaður í einum verki, ella er tað eisini ein innihaldslig kategori? Sonevndu hybridverkini bjóða hevdbundnum fatanum av, og formhugtakið verður støðugt endurskoðað. Lisnir verða fakligir, skaldsligir og ástøðiligir tekstir eftir m.o. Ursula Le Guin, Peter Stein Larsen og Claudia Rankine.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálstøðugt arbeiði við vegleiðing og feed-back.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: - Greiða frá formhugtakinum og ástøðiligum hugsanum um form í bókmentum - Greina hugsanir og ástøði um lutfallið millum form og innihald í bókmentum, serliga bókmentum úr seinnu helvt av 20. øld og úr 21. øld - Viðgera skaldsligar tekstir sum dømi um slíkar hugsanir og formligar endurnýggjanir - Meta um hesar hugsanir og skaldskap við atliti at egnari skapandi skriving
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka 6 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður og góðkendur við skeiðbyrjan og skal telja í alt 3 vísindaverk og 4 bókmentaverk
Ábyrgd
Bergur D. Hansen