1680.22 - Starvslæra - Tónlist


Skeiðsnummar
1680.22
Heiti
Starvslæra - Tónlist
ECTS
30
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í verki við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi. Harumframt lærir studenturin við støði í ítøkiligum royndum frá starvslæruplássinum at greiða frá, hvussu tónlistalig vitan og listaligir førleikar kunnu útinnast verkliga í ítøkiligum listaligum arbeiði.
Innihald
Starvslæran er sett saman av arbeiði á einum mentanarstovni, ið er starvslærupláss, og einari skrivligari frágreiðing um, hvat studenturin hevur gjørt/framleitt/útint og lært í starvslærutíðini. Starvslæruplássið kann umframt ein mentanarstovnur, vera ein tónlistalig verkætlan, sum stundenturin luttekur í. Dømi um listaligt arbeiði/sjálvstøðugt tónlistaligt avrik, sum er útint undir starvslærutíðini, kann latast inn sum partur av frágreiðingini. Starvslæruplássið orðar í samstarvi við studentin, hvat endamálið við starvslæruni er. Orðingin skal góðkennast av einum vegleiðara, sum er knýttur at útbúgvingini, umframt av útbúgvingarleiðaranum, í seinasta lagi tá lestrarhálvan byrjar. Tíðin hjá studentinum á starvslæruplássinum skal svara til 10 arbeiðsvikur.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæran umfatar bæði arbeiði á starvslæruplássinum og vegleiðing. Studenturin hevur ein vegleiðara, sum er knýttur at útbúgvingini, og studenturin fær vegleiðing 4 ferðir javnt gjøgnum lestrarhálvuna. Studenturin skrivar sum lið í starvslæruni loggbók, sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá starvslæran nærkast endanum, og frágreiðingin skal skrivast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - sjálvstøðugt brúka sínar fakligu førleikar við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi - avrika sjálvstøðugt listaligt arbeiði á einum starvslæruplássi - lýsa (í skrivligari frágreiðing) starvslæruplássið og sín egna leiklut á sama stovni við støði í orðingini og viðkomandi háttaløgum - meta um sínar tónlistaligu førleikar í einum verkligum samanhangi - greiða frá, hvussu tónlistalig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði - hugleiða við refleksivari frásjón um listaligt arbeiði í einum samfelagsligum samanhangi
Próvtøkuháttur
Frágreiðing à 10-15 normalsíður (2400 tekn við millumrúmum) saman við loggbók + dømi um listaligt arbeiði/tónlistaligt avrik útint undir starvslæruni verður latið inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vegleiðari og studentur koma í felag ásamt um viðkomandi tilfar, sum skal brúkast í samband við starvslæruorðing og skrivligu frágreiðingina.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen