1684.23 - Endalig verkætlan og ritgerð - Tónlist


Skeiðsnummar
1684.23
Heiti
Endalig verkætlan og ritgerð - Tónlist
ECTS
30
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivaður á BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði
Endamál
Verkætlan: Við skipaðari vegleiðing ein til ein hevur skeiðið til endamáls at stuðla og styrkja studentin í arbeiðinum við at menna sjálvstøðugt tónasmíð. Studenturin lærir í tilgongdini at brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum. At enda letur studenturin inn egið, sjálvstøðugt tónlistaverk. Ritgerð: Við vegleiðing verður studenturin stuðlaður í at nýta ástøðiligar hugsanir til at viðgera egna skapanargongd og skriva ritgerð við refleksivari frásjón um egið endaligt tónlistaverk/verkætlan.
Innihald
Studenturin ger, í samráð við vegleiðaran, eina ætlan fyri endaligu verkætlanina og ritgerðina, sum útbúgvingarleiðarin skal góðkenna, og dekanurin staðfesta.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við vegleiðing og einsæris feed-back frá vegleiðara. Hvør studentur hevur í alt 14 tímar saman við egnum vegleiðara. Harumframt eru felags savningar/plenum við framløgum og kjaki ein týðandi partur av undirvísingini, og luttøka er kravd
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera før/ur fyri at: Verkætlan - skapa sjálvstøðugt tónlistaverk - brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum sum ein virknan part av skapanartilgongdini - vísa menning við atliti at arbeiðinum vil egnari tónasmíð/tónlist Ritgerð - greiða frá egnari arbeiðsgongd/skapanartilgongd - nýta ástøði til at umrøða og viðgera egna skapanargongd - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egið tónlistaverk - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnari arbeiðsgongd og eyðkenni í egnum verki
Próvtøkuháttur
Samansett: Verkætlan + ritgerð verður latið inn 2 vikur áðrenn munnliga framløgu
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður og góðkendur við skeiðsbyrjan eftir avtalu millum student og vegleiðara og endaligari góðkenning frá útbúgvingarleiðara.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen