1689.23 - Mentorsamrøður Tónlist


Skeiðsnummar
1689.23
Heiti
Mentorsamrøður Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at stuðla, menna og styrkja studentin í arbeiðinum við egnari Tónlist. Í samráð við útbúgvingarleiðaran velur studenturin ein mentor, sum skal vegleiða studentin í arbeiðinum við egnum tónasmíði og veita studentinum amboð til at framleiða ítøkilig tónlistalig úrslit.
Innihald
Mentorur og studentur leggja eina ætlan fyri lestrarhálvuna við ásettum freistum fyri innlating. Gjøgnum regluligar samrøður við mentor, neyvlurting og kritikk arbeiðir studenturin við at eyðmerkja og menna egna tónlist.
Læru- og undirvísingarhættir
Mentorur og studentur møtast 10 tímar í alt í einari lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum einsæris samrøður, har egin tónleikur hjá studentinum verður viðgjørdur og mentur. Umframt egna tónleikin hjá studentinum viðgera mentorur og studentur annað tónlistaligt tilfar og lesa viðkomandi tónleikaástøðiligar tekstir, sum skal virka sum íblástur til arbeiðið hjá studentinum við egnari tónlist.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá egnari skapanargongd við tónleiki - viðgera sermerki og eyðkenni við egnum verkum við atliti at stíli, tónlistaslagi og íblástrarkeldum – vísa dømi um menning av egnari tónlist (avriksmappa).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa (ljóðfíla 10-12 minuttir) + refleksión (7 normalsíður á 2400 eindir við millumrúmum pr. síðu).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Mentorur og studentur koma við lestrarbyrjan í felag ásamt um lestrarlista, sum samhóskar við og avbjóðar tónlistaliga arbeiðið hjá studentinum.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen