1695.23 - Temaverkstova Tónlist, Ljóðlist í rúmi


Skeiðsnummar
1695.23
Heiti
Temaverkstova Tónlist, Ljóðlist í rúmi
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studenturin lærir at skapa egið ljóðverk, at brúka rúm og akustikk í arbeiðinum við hesum verki, og at miðla/installera ljóðlist í einum sýningar-konteksti.
Innihald
Gjøgnum verkligar, kannandi verkstovuvenjingar arbeiða studentarnir við at skapa egin ljóðverk frá hugskoti til endaligt verk, og læra at varnast sambandið millum ljóð og rúm í egnari tónlist. Undirvísingin er grundað á venjingar við íblástri frá ljóðverkum, ljóðinstallatiónum, ljóðlistaligum kanningum, instruction scores, deep listening, audio walks, generativum tónleiki, audiovisuel verk o.l. Umframt verkliga arbeiðið fáa studentarnir ástøðiliga innleiðslu í at brúka rúm og akustikk í egnari tónlist og framførslu, og eina søguliga gjøgnumgongd av ljóðeksperimentum - frá framkomu av bandspælaranum miðskeiðis í 20.øld til í dag; frá avantgarde og minimalismu til konseptuel ljóðeksperiment og teldutónleik.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við 4-5 verkstovum í eina lestrarhálvu (samanlagt umleið 20 tímar), við verkligum venjingum, kjaki, og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - sjálvstøðugt at skapa egið ljóðlistaverk - vísa dømi um egna ljóðlist í rúmi (framførsla/sýning av egnum ljóðlistaverki) - greiða frá grundleggjandi ástøðiligum hugtøkum, sum egna ljóðverkið er grundað á - greiða frá hvussu sambandið millum ljóð, akustikk og rúm verður brúkt tónlistaliga í egnum ljóðverki - hugleiða um søguligan samanhang og íblástur sum egna ljóðverkið er sprottið burturúr
Próvtøkuháttur
Verklig próvtøka. Sýning/ framførsla av verki + samrøða við próvdómarar. Studenturin sýnir/framførir egið verk (10-12 minuttir til longdar) sambært verkætlan sum er góðkend av skeiðsábyrgdara, og greiðir frá verkinum/hevur samrøðu við próvdómarar um verki.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen