1697.23 - Økiskanning í tónlist


Skeiðsnummar
1697.23
Heiti
Økiskanning í tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivað/ur á BA útbúgvingini í listaligum arbeiði
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka sínar førleikar í einum samfelagsligum samanhangi við at gera kanningararbeiði, ið varpar ljós á eitt viðkomandi tónlistaligt øki.
Innihald
Økiskanningin er sett saman av sjálvsstøðugum kanningararbeiði og eini skrivligari frágreiðing um eitt nágreinað tónlistaligt evni. Ein vegleiðari leiðbeinir økiskanningini. Studenturin avger í samráð við vegleiðaran evni, spurdóm, háttalag og endamál við økiskanningini. Ein partur av kanningararbeiðinum kann vera, at studenturin ger luttakaraeygleiðingar við at taka á seg uppgávur á einum viðkomandi mentanarstovni. Um hetta er høvuðsinnihaldið í kanningini, skal tíðin hjá studentinum á mentanarstovninum svara til 7 arbeiðsvikur. Í dømingini av frágreiðingini verður dentur lagdur á avrikið hjá studentinum viðvíkjandi at: nágreina eitt tónlistaligt kanningarevni, orða viðkomandi granskingarspurningar, brúka viðkomandi háttaløg, greina úrslit, meta um óvissur, miðla kanningarúrslit, og meta um tónlistaliga og samfelagsliga týdningin av kanningarúrslitunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skift sundur millum sjálvstøðugt kanningararbeiði og vegleiðing. Studenturin fær vegleiðing, tá økiskanningin byrjar, er komin í helvt og endar. Studenturin skal sum liður í økiskanningini greina og so hvørt skriva eygleiðingar í eitt skjal (logg-bók), sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá økiskanningin nærkast endanum, og uppgávan skal skrivast.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: • útinna sjálvstøðugt kanningararbeiði um eitt tónlistaligt øki • lýsa sítt yrki í einum samfelagsligum samanhangi • miðla eygleiðingar og kanningarúrslit skrivliga • meta um týdningin av kanningarúrslitunum
Próvtøkuháttur
Frágreiðing á 7-10 normalsíður (t.e. 2.400 eindir við millumrúmum pr. síðu)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvlestrarlisti gjørdur í samráð við vegleiðaran
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen