1646.20 - Egið arbeiði II - Tónlist


Skeiðsnummar
1646.20
Heiti
Egið arbeiði II - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til diplomútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við egnari tónlist og menna sjálvstøðugt tónasmíð.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið I - Tónlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta, greina og kritiskt viðgera egið verk við atliti at, hvussu kompositión, formur og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum. Eisini verða viðkomandi ástøðiligir tekstir lisnir, ið seta arbeiðið hjá studentunum í størri listalig, heimspekilig og samfelagslig høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum bólkarbeiði og einsæris samrøður.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - greina egnan tónasmíð við atliti at stíli, formi og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum - sýna dømi um menning av egnum arbeiði innan tónlist (framleiða avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum er lisið/lurtað eftir á skeiðinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen