1669.22 - Verkstova II - Ritlist


Skeiðsnummar
1669.22
Heiti
Verkstova II - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir fáa innlit í ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan skapandi skriving og læra at brúka hesa vitan verkliga og uppá ymiskar mátar í egnum ritlistaligum arbeiði.
Innihald
Skeiðið er framhald av Verkstova I Ritlist. Undirvíst verður bæði ástøðiliga og verkliga. Studentarnir arbeiða verkliga við skrivivenjingum innan skapandi skriving, og ymisk ástøði verða viðgjørd. Hugt verður millum annað eftir, hvussu ein brúkar ymisk sløg av íblástrarkeldum í skrivitilgongdini, og hvussu ástøðiligar hugsanir kunnu brúkast til at umrøða egna skrivitilgongd.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við skrivivenjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan skapandi skriving - kritiskt viðgera hesi - vísa dømi um menning av egnum arbeiðshættum innan ritlist (gera avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger