1672.22 - Egið arbeiði II - Ritlist


Skeiðsnummar
1672.22
Heiti
Egið arbeiði II - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við ritlist, menna egið skrivingarlag, og at finna sína egnu rødd í skrivingini.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið I Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa og kritiskt viðgera egnan tekst og tekstir hjá hvørjum øðrum. Viðkomandi upprunatekstir verða lisnir (essay, poetikkir, ástøði um ritlist), har serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skrivitilgongd. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu við skipaðari ætlan fyri tekstinnlatingum gjøgnum hálvuna. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum neyvlesingar og kritikk í plenum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - kritiskt viðgera egnan skrivihátt við atliti at tekstslagi og móttakara - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnari skriving - vísa dømi um menning av egnum arbeiði innan ritlist (gera avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa (10 síður) + fylgiskjal (5 síður) verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Aftrat lestrarlistanum gera studentarnir hvør sær ein sjálvlestrarlista, sum samhóskar við og bjóðar teirra egna tekstliga arbeiði av (leggur aftrat teirra egna tekstliga arbeiði). Sjálvlestrarlistin umfatar 5 fagurbókmentalig verk, sum studenturin ikki hevur lisið fyrr, og skal latast inn til undirvísaran við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger