1673.22 - Egið arbeiði II - Tónlist


Skeiðsnummar
1673.22
Heiti
Egið arbeiði II - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við egnari tónlist og menna sjálvstøðugt tónasmíð.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiði I - Tónlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum verkum, sum studentarnir skapa í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og kritiskt viðgera egið verk við atliti at, hvussu kompositión, formur og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum. Viðkomandi ástøðiligir tekstir verða lisnir, har serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skapanargongd.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum neyvlurtingar og kritikk í plenum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at - greiða frá egnari arbeiðsgongd - viðgera egið tónasmíð við atliti at stíli, formi og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnari tónasmíð - vísa dømi um menning av egnum arbeiði innan tónlist (gera avriksmappu).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa + fylgiskjal verður latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen