1675.22 - Egið arbeiði III - Ritlist


Skeiðsnummar
1675.22
Heiti
Egið arbeiði III - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II Ritlist.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt við ritlist, at menna egið skrivingarlag, og at eyðmerkja egna ritlist.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiði II - Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í samband við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa og kritiskt viðgera egnan tekst. Viðkomandi upprunatekstir verða lisnir (essay, poetikkir, ástøði um ritlist), og serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skrivitilgongd, og á at seta tað at skriva í størri ritlistaligt høpi. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum neyvlesing og kritikk í plenum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - vísa dømi um menning av egnum teksti (framleiða avriksmappu) - vísa dømi um sjálvstøðugt skrivingarlag (avriksmappa) - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egna skriving og skapanartilgongd - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnum tekstum - eyðmerkja egna ritlist
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda + fylgiskjal (t.e. skriftlig refleksión um egna skriving)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Aftrat lestrarlistanum gera studentarnir hvør sær ein sjálvlestrarlista, sum samhóskar við og bjóðar teirra egna tekstliga arbeiði av (leggur aftrat teirra egna tekstliga arbeiði). Sjálvlestrarlistin umfatar 5 fagurbókmentalig verk, og skal latast inn til undirvísaran við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger