1676.22 - Verkstova III - Ritlist


Skeiðsnummar
1676.22
Heiti
Verkstova III - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku á skeiðinum er lokið skeið í Verkstova II Ritlist.
Endamál
Studentarnir fáa innlit í ymiskar skrivihættir og tekstasløg innan skapandi skriving, og í ástøðiligar hugsanir, og læra at brúka hesa vitan verkliga og sjálvstøðugt í ritlistaligum arbeiði.
Innihald
Skeiðið er framhald av Verkstova II Ritlist. Undirvíst verður bæði verkliga og ástøðiliga. Studentarnir arbeiða verkliga við skrivivenjingum innan skapandi skriving, og ymiskir skrivihættir, tekstasløg og ástøði verða viðgjørd og brúkt verkliga í tekstskriving. Hugt verður eisini eftir, hvussu ein kann brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum í skrivitilgongdini, og hvussu ástøðiligar hugsanir kunnu brúkast til at umrøða tekst og tekstasløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við skrivivenjingum, kjaki og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - vísa dømi um menning av skrivihættum innan ritlist (gera avriksmappu) - vísa dømi um sjálvstøðugt brúk av skrivihættum/tekstaslagi (avriksmappa) - nýta ástøði til at umrøða tekst og tekstasløg - kritiskt viðgera hesi evni
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn tvær vikur áðrenn próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger