1677.22 - Egið arbeiði III - Tónlist


Skeiðsnummar
1677.22
Heiti
Egið arbeiði III - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II - Tónlist.
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða kritiskt og sjálvstøðugt við egnari tónlist, og at eyðmerkja egið tónasmíð.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið II Tónlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum verkum, sum studentarnir skapa í samband við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og kritiskt viðgera egin verk, og serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skapanartilgongd. Viðkomandi ástøði verða lisin/viðgjørd, ið seta arbeiðið hjá studentunum í størri tónlistaligt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum neyvlurtingar, kritikk í plenum og venjingar/uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - vísa dømi um menning av egnum arbeiði innan tónlist (gera avriksmappu) - vísa dømi um sjálvstøðuga tónasmíð (avriksmappa) - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egna tónlist og skapanartilgongd - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnum verkum - eyðmerkja egna tónlist
Próvtøkuháttur
Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda + fylgiskjal (skriftlig refleksión um egna tónlist)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen