1685.23 - Egið arbeiði I - Ritlist


Skeiðsnummar
1685.23
Heiti
Egið arbeiði I - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at menna sjálvstøðugt skrivingarlag, at styrkja arbeiðið við og lesing av egnari ritlist, og veita studentinum kritiskan førleika at eyðmerkja egna rødd í skrivingini bæði formliga og innihaldsliga.
Innihald
Arbeitt verður við egnum tekstum, sum studentarnir skriva, menna og lata inn til tekstlesingar í sambandi við skeiðið. Høvuðsdentur verður lagdur á lesingar av egnum teksti og teksti hjá hvørjum øðrum við tí fyri eyga at kritiskt viðgera og menna egna ritlist. Viðkomandi upprunatekstir verða lisnir (t.d. poetikkir, ástøði um ritlist, skaldskapur).
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu við skipaðari ætlan fyri tekstinnlatingar gjøgnum hálvuna. Í undirvísingini verða egnu tekstirnir hjá studentunum viðgjørdir og mentir gjøgnum lesingar og kritikk í plenum. Virkin luttøka: studenturin møtir minst 80% av undirvísingini og letur inn uppgávur/tekstir til ásettar freistir sambært lestrarætlanini. Virkin luttøka er treyt fyri at sleppa til próvtøku. Sí eisini *endurpróvtøka.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá egnari arbeiðsgongd - eyðmerkja egna skriving við atliti at formi, stíli og íblástrarkeldum - meta um ritlistaligar styrkir og veikleikar í egnum tekstum – vísa dømi um menning av egnum tekstum (avriksmappa).
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu (10 síður). *Endurpróvtøka: Avriksmappa (10 síður) + refleksión (7 normalsíður t.e. 2.400 eindir við millumrúmi pr. síðu).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Aftrat lestrarlistanum letur studenturin inn egnan sjálvlestrarlista við skeiðsbyrjan, t.e. 5 sjálvvald skaldskaparlig verk at lesa.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger