1687.23 - Verkstova I - Ritlist


Skeiðsnummar
1687.23
Heiti
Verkstova I - Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær grundleggjandi vitan um ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan ritlist og læra at brúka vitanina verkliga.
Innihald
Undirvíst verður eitt nú í frásagnarhættum, tekstlesing, tekstasløgum og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri ymiskar skaldskapargreinar. Umframt tekniska og verkliga menning av ymiskum skrivihættum verður dentur eisini lagdur á at greina viðkomandi ástøðiligar hugsanir um skriving.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við skrivivenjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum. Virkin luttøka: studenturin møtir minst 80 % av undirvísingini og letur inn uppgávur/tekstir/fyrireikar framløgu til ásettar freistir sambært lestrarætlanini. Virkin luttøka er treyt fyri at sleppa til próvtøku. Sí eisini *endurpróvtøka.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá grundleggjandi ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan ritlist - greinandi viðgera hesi - sýna dømi um hesi í verki
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga. *Endurpróvtøka: 6 tímar skrivlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.