1690.23 - Starvslæra - Tónlist


Skeiðsnummar
1690.23
Heiti
Starvslæra - Tónlist
ECTS
30
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í verki við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi. Harumframt lærir studenturin við støði í ítøkiligum royndum frá starvslæruplássinum, hvussu tónlistaligir førleikar kunnu útinnast verkliga í ítøkiligum listaligum og/ella mentanarligum arbeiði.
Innihald
Starvslæran er sett saman av arbeiði á t.d. einum mentanarstovni, ið er starvslærupláss, og einari skrivligari frágreiðing um, hvat studenturin hevur gjørt/framleitt/útint og lært í starvslærutíðini. Starvslæruplássið kann, umframt ein mentanarstovnur, vera ein tónlistalig verkætlan, sum stundenturin luttekur í, ella ein samanseting av báðum. Dømi um listaligt arbeiði/sjálvstøðugt tónlistaligt avrik, sum er útint undir starvslærutíðini, kann latast inn sum partur av frágreiðingini. Starvslæruplássið orðar í samstarvi við studentin, hvat endamálið við starvslæruni er. Orðingin skal góðkennast av einum vegleiðara, sum er knýttur at Útbúgvingini í listaligum arbeiði, umframt av útbúgvingarleiðaranum, í seinasta lagi tá lestrarhálvan byrjar. Tíðin hjá studentinum á starvslæruplássinum skal svara til 14 arbeiðsvikur.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæran umfatar bæði arbeiði á starvslæruplássinum og vegleiðing. Studenturin hevur ein vegleiðara, sum er knýttur at Útbúgvingini í listaligum arbeiði, og studenturin fær vegleiðing 4-6 ferðir/8-12 tímar eftir tørvi javnt gjøgnum lestrarhálvuna. Studenturin skrivar sum lið í starvslæruni loggbók, sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá starvslæran nærkast endanum, og frágreiðing skal skrivast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - sjálvstøðugt brúka sínar fakligu førleikar við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi - avrika sjálvstøðugt tónlistaligt og/ella listaligt/mentanarligt arbeiði á einum starvslæruplássi - lýsa (í skrivligari frágreiðing) starvslæruplássið og egnan leiklut á sama stovni við støði í starvslæruorðingini og viðkomandi háttaløgum - meta um egnar fakligar førleikar í verkligum samanhangi - greiða frá, hvussu tónlistafaklig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði - hugleiða við refleksivari frásjón um listaligt arbeiði í einum samfelagsligum samanhangi.
Próvtøkuháttur
Frágreiðing à 10-15 normalsíður (t.e. 2.400 tekn við millumrúmum pr. síðu) saman við loggbók (fylgiskjal) + dømi um listaligt arbeiði/tónlistaligt avrik útint undir starvslæruni verður latið inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vegleiðari og studentur koma í felag ásamt um lestrarlista og viðkomandi tilfar við starvslærubyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen