1692.23 - Egið arbeiði I - Tónlist


Skeiðsnummar
1692.23
Heiti
Egið arbeiði I - Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at menna sjálvstøðugt tónasmíð, at styrkja arbeiðið við egnari tónlist, og at veita studentinum kritiskan førleika at eyðmerkja egið útrykk í tónlistini.
Innihald
Arbeitt verður við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í samband við skeiðið og bundnar uppgávur sum studentarnir fáa, sum skulu styrkja formligu og harmonisku førleikarnar. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og greina verkini við atliti at, hvussu kompositión og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Í undirvísingini verður egna arbeiðið hjá studentunum og bundnu uppgávurnar, sum tey lata inn viðgjørt og ment gjøgnum neyvlurtingar og kritikk í plenum. Virkin luttøka: studenturin møtir minst 80 % av undirvísingini og letur inn uppgávur/tónlistalig avrik til ásetta freist sambært lestrarætlan. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka. Sí eisini *endurpróvtøka
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá egnari skapanargongd - eyðmerkja egið tónasmíð við atliti at stíli og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum – vísa dømi um menning av egnari tónlist (avriksmappa)
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu (ljóðfíla 10-12 minuttir) *Endurpróvtøka: Avriksmappa (10-12 minuttir) + refleksión (7 miðalsíður t.e. 2.400 eindir við millumrúmi pr. síðu)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen