1693.23 - Verkstova I – Tónlist


Skeiðsnummar
1693.23
Heiti
Verkstova I – Tónlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær grundleggjandi vitan um tónleikaástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan tónasmíð og læra at brúka vitanina verkliga.
Innihald
Undirvíst verður eitt nú í tónleikaástøði, nótalæru, ljómfrøði/harmonilæru, ljóðfalli/rytmulæra, tónleikatøknifrøði og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri ymiskar tónleikagreinar. Dentur verður bæði lagdur á at greina viðkomandi tónleikaástøði og at meistra hesi í verki.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum. Virkin luttøka: studenturin møtir minst 80 % av undirvísingini og letur inn uppgávur/tónlistaligar venjingar til ásetta freist sambært lestrarætlan. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka. Sí eisini *endurpróvtøka.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá grundleggjandi ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan tónasmíð - kritiskt viðgera hesi - sýna dømi um hesi í verki.
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga. *endurpróvtøka. Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen