1698.24 - IMPORT/EXPORT - at bróta innsiglið á munninum sum bingja til listaligar heildir og/ella techne


Skeiðsnummar
1698.24
Heiti
IMPORT/EXPORT - at bróta innsiglið á munninum sum bingja til listaligar heildir og/ella techne
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi gerast tilvitað um og fáa innlit í samtíðarástøði og tvørfakligar hugleiðingar um ljóðlist, framførslu, tekst og miðlar.
Innihald
Muðurin hevur eina røð av eginleikum, sum vit vanliga seta í samband við ljóð, mál, dialekt, rødd, talu og tónleik, men seta vit sjóneykuna á tað “mikromunnliga” (t.e. munnin sum part av kroppinum), kunnu vit tosa um t.d. tenn, bit og tað at tyggja, tungu og slev, varrar og muss, háls og svølg, host, skrál, teskan o.s.fr. Eisini kunnu vit spyrja, hvussu hesi fyribrigdi kunnu lesast í einum listaligum konteksti, og hvussu tey koma til sjóndar og verða brúkt sum útinnandi amboð í alt frá djúpfalsan (deep fake) til ljóðseting (dubbing), frá spoken word til ljóðlist o.s.fr. Á skeiðinum viðgera vit millum annað list sum eina andsøgn í talgildu globaliseringini, listaligt virksemi sum víðkaða tøkni (extended technique), og serstakliga munnin sum framførandi møguleikarúm, har ljóð, rødd, mál, og eisini ikki-málslig - men tó munnlig - miðlan skapa listalig sambond út í ein sosialan, politiskan, verkligan og talgildan veruleika.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við undirvísara- og næmingaframløgum umframt verkligum/listaligum venjingum. Undirvísingin krevur virkna luttøku.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin skal vera før/ur fyri at: - eyðmerkja týðandi samtíðarhugtøk innan ljóðlist, performance-praksis, tekst og media, - greiða frá um performativ amboð sum listaliga strategi í viðkomandi samtíðarverkum, - brúka viðkomandi hugtøk og tvørfakligar reflektiónir til kritiskt at viðgera hesi verk, - vísa dømi um egið verk/avrik, har performativ amboð eru í miðdeplinum, - greinandi greiða frá tilgongdini við egnum verkum.
Próvtøkuháttur
Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Lisið verður burtur úr m.a. hesum verkum: Aeron Bergman & Alejandra Salinas (2018) TELEPATHY, INCA Press. Sara Gebran (2019) Another Hole, Laboratory for Aesthetics and Ecology. Kenneth Goldsmith (2011) Uncreative Writing: Managing Language in the Digital Age, Columbia University Press. Brandon LaBelle (2014) Lexicon of the Mouth: Poetics and Politics of Voice and the Oral Imaginary, Bloomsbury Publishing. Hito Steyerl (2017) Duty Free Art: Art in the Age of Planetary Civil War, Verso Books.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska