Skriva út

B.Sc. í lívfrøði

Bachelor of Science in Biology
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin
  • Tal á Lesandi 12
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan lívfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum, sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar lívfrøðiligar førleikar.
Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum felags undirvísing.
Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva
 

6. 
lestrarhálva
 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

(5 ECTS)

Jørð, hav og luft I

(7,5 ECTS)

Lívevnafrøði

(7,5 ECTS)

Arvalæra

(7,5 ECTS)

Fiskifrøði

(7,5 ECTS)

Havlívfrøði II

(7,5 ECTS)

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

(7,5 ECTS)

Vistfrøði á landi

(7,5 ECTS)

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

(7,5 ECTS)

Humanfysiologi

(7,5 ECTS)

Eiturvistfrøði og
dálking

(7,5 ECTS)

Bachelor-
verkætlan

(22,5 ECTS)

Plantur og djór í Føroyum

(7,5 ECTS)

Almenn
og ólívrunning evnafrøði

(7,5 ECTS)

Havlívfrøði I

(7,5 ECTS)

Smáverulívfrøði

(7,5 ECTS)

Aling

(7,5 ECTS)

 

Almenn
lívfrøði

(10 ECTS)

Lívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS)

Rannsóknarætlan
og datagreining

(7,5 ECTS)

Feltskeið
í vistfrøði

(7,5 ECTS)

Jørð, hav og luft 2

(7,5 ECTS)

 

Innihald

Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði. Í útbúgvingini verður dentur lagdur á føroyska lívfrøði, har mong áhugaverd og serstøk fyribrigdi eru at finna. Tú lærir um plantur og djór, um hvussu hesi liva og hava tillagað seg umhvørvinum. Eisini verður hugt at, hvussu plantur og djór verða ávirkað av menniskjum t.d. við dálking, veðurlagsbroytingum og fiskiskapi. Føroyska náttúran verður rannsakað bæði á sjógvi og landi, og tískil eru hetta viðurskifti, sum tú ikki kann læra um á øðrum universitetum.
Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
• alisfrøði á B-stigi
• støddfrøði á B-stigi
• evnafrøði á B-stigi
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:
• sum umhvørvisráðgevi – t.d. innan burðardyggari menning
• á granskingarstovnum
• sum vísindajournalistur
• í undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í lívfrøði hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith(at)setur.fo.