3061.01 - Støddfrøði fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3061.01
Heiti
Støddfrøði fyri lívfrøðingar
ECTS
6
Endamál
At geva tí lesandi kunnleika til matematiska analýsu og innleiðandi kunnleika um lineera algebra við serligum atliti til nýtslu í evna- og lívfrøði.
Innihald
Differentiering, nýtsla av differentiering. Óbestemt og bestemt integral. Logaritmur og eksponentiellar gongdir. Nýtsla av integralum. Differentiallíkningar, dømir úr lívfrøði. Matrisur. Kurvutilpassing.
Læru- og undirvísingarhættir
45 fyrilestrar á 45 minuttir. 30 uppgávutímar á 45 minuttir.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka, øll amboð loyvd. Próvtal eftir 13-stiganum.
Lestrarlisti
G. Eason, C. W. Coles & G. Gettinby: Mathematics and Statistics for the Bio-sciences. Ellis Horwood, London, 1992. Noter til Matematik for biologer.