3082.07 - Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3082.07
Heiti
Hagfrøði 2 fyri lívfrøðingar
ECTS
3
Endamál
At geva studentunum kunnleika um multivariatar hagrøðiligar metodur av týdningi fyri lívfrøðigreinir og geva teimum eina nýtsluinnleiðing til hagfrøðiligan forritapakka.
Innihald
Multipul linjurøtt og ikki-linjurøtt regressiónsgreining, lýsing av modelli, testing av modelli, raðbundnar metodur til modellval. Modell við variansgreining (ANOVA), einvegis og tveyvegis modell, testing av modelli. Multivariat greining, prinsipalir komponentar, “cluster” greining. Venjingar við einum hagfrøðiligum forritapakka.
Læru- og undirvísingarhættir
20 fyrilestrar and 12 tímar uppgávurokning. Arbeitt verður við einari kravdari stóruppgávu.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við dømingini staðið/ikki. Kravda stóruppgávan er partur í dømingini.
Lestrarlisti
Practical Statistics for Environmental and Biological Statistics. J. Townend, J. Wiley, ch. 9, 10, 14, 15. Glærur frá fyrilestri um multivariatar hagrøðiligar metodur.
Ábyrgd
Petur Zachariassen