3501.04 - Almenn og óorganisk evnafrøði


Skeiðsnummar
3501.04
Heiti
Almenn og óorganisk evnafrøði
ECTS
9
Endamál
At geva teimum lesandi amboðini til evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Støkiometri. Elementer thermodynamik. Electrokemi. Javnvágir. Bindingsteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Electroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Óorganisk evnafrøði. Starvstovuvenjingar Titrering av sterkari sýru við sterkari basu við indikatori. Potentiometrisk titrering av veikari sýru og halidum. Spektrophotometri. Iodometri. Kinetikkur - substitutión av klor í krystalviolettum. Halid titrering eftir Volhard og fluoreiscinat. Titrering av Calcium við EDTA. Spektrophotometrisk ásetan av hjá einum indikatori. Permanganotometri.
Læru- og undirvísingarhættir
60 fyrilestrar à 45 minuttir, 15x 2 tímars uppgávurokning og 10 x 2 tímars starvstovuvenjingar.
Próvtøkuháttur
Ein 4 tímars skrivlig roynd, sum telur 80% av próvtøkuni. Fyri innlatingaruppgávur og rapportir verður givið próvtal, sum telur 20% av próvtøkuni. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Venjingarvegleiðing, Trygvi Vestergaard; General Chemistry, Raymond Chang; Inorganic Chemistry, P. A. Cox