3743.06 - Vistfrøði í vatni


Skeiðsnummar
3743.06
Heiti
Vistfrøði í vatni
ECTS
6
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir vistfrøði í sjógvi, vøtnum á áum. Skeiðið lýsir pelagisk og bentisk viðurskifti, og víst verða dømi frá Føroyum. Høvuðsdentur verður lagdur á sjógvin.
Innihald
Pelagisk vistfrøði Liviumstøður uppi í sjónum. Abiotiska umhvørvið uppi í sjónum. Gróður og ávirkan frá umhvørvinum. Útsjónd, tillaging og ávirkan millum plantuplankton og umhvørvið. Útsjónd, tillaging og ávirkan millum herbevor og karnivor djór og umhvørvið. Ringræsir av lívrunnum og ólívrunnum evnum. Føðiketur og føðineti. Bentisk vistfrøði. Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar hjá sedimentum. Bentisk flora og fauna. Útsjónd, virking og tillaðing til umhvørvið. Detritus og sedimentering. Sínámillum ávirkan ímillum botndjór. Djór, ið liva beint oman fyri havbotnin og vistfrøði teirra. Trofisk viðurskifti. Sundirgreiningar í føðsluløg og flutningur av orku ígjøgnum føðsluløgini. Áir og vøtn
Læru- og undirvísingarhættir
45 t. fyrilestrar, 15 t. venjingar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar, uttan hjálpitól. Próvtal verður eisini givið fyri inlatingaruppgávur. Miðal av hesum próvtølum telur 20 % av próvtøkuni. Próvúrslit sambært 13-próvtalsstiganum.
Lestrarlisti
Biological Oceanography. An introduction, M.L. Carol & T. R. Parsons, Butterwort Heinmann, 2.ed Økologi i søer og vandløb, K. Sand Jensen, C. Lindegaard, Gads Forlag, 1996, 1. Ed
Ábyrgd
Eilif Gaard