3744.06 - Feltskeið: Vistfrøði í vatni


Skeiðsnummar
3744.06
Heiti
Feltskeið: Vistfrøði í vatni
ECTS
3
Endamál
Læra hvussu lívfrøðiligt og evnafrøðiligt tilfar verður savnað í náttúruni og vísindaliga kannað. Læra at navngreina tey týdningarmestu plantu- og dýrasløgini, ið finnast í vatni og sjógvi. Geva eina grundleggjandi vitan um útbreiðsluna hjá hesum dýrum og plantum og ávirkan frá faktorum í umhvørvinum, ið hava týdning fyri nøgd og útbreiðslu.
Innihald
Ein dagur er um áir. Her verður kannað, hvørji dýr liva í ánni, hvussu djóralívið broytist oman gjøgnum ánna og viðurskifti í umhvørvinum, sum ávirka broytingarnar. Í tveir dagarnar verður botnplantu- og botndjóralívið í einum føroyskum firði kannað. Tari og dýr verða savnaði ymsastaðni í fjøruni og nakað út frá landi. Innsavnaða tilfarið verður navngreinað og kannað fyri nøgdir og útbreiðslu í mun til umhvørvið. Í tríggjar teir seinastu dagarnar verða kanningar gjørdar av tøðsøltum, oxygeni, plantu- og djóraplankton og fysiskum parametrum í einum føroyskum firði. Ein heildarlýsing verður gjørd av plankton og parametrum í umhvørvinum, sum ávirka nøgdir, vøkstur og útbreiðslu av tí ymiska planktoninum. Lærarar: Eilif Gaard, Fróðskaparsetrið/Fiskirannsóknarstovan (Ábyrgd) Jan Sørensen, Havlívfrøðiliga royndarstøðin Eyðfinn Magnussen, Fróðskaparsetrið
Læru- og undirvísingarhættir
6 dagar venjingar umframt rapportskriving.
Próvtøkuháttur
Góðkenning av rapport.
Ábyrgd
Eilif Gaard