3745.06 - Feltskeið Vistfrøði á landi


Skeiðsnummar
3745.06
Heiti
Feltskeið Vistfrøði á landi
ECTS
3
Endamál
Ætlanin við feltskeiðnum er at læra studentarnar, hvussu vísindaligt tilfar verður savnað, konservarað og viðgjørt, og hvussu frágreiðingar av tí insavnaða verða gjørdar.
Innihald
Nógvar ymiskar møguleikar verða at velja ímillum, so altíð ber til at laga seg eftir veðrinum. Uppskot til ymiskar verlætlanir: 1. Greina djóra- og plantulívið í ymiskum hæddum og lokalitetum í Suður við trapp-fellum og plantukvadratum og samanbera úrslitini. 2. Gera ein fullfíggjaðan plantu- , fugla- og smákyktalista yvir økið 3. Kanna fuglabølið norðanfyri støðina nágreiniliga 5. Kanna veðurlagið niður í minstu lutir – hita, plantur og skordýr - á einum heyggi ímóti øllum ættum 6. Útferð í Suðuroynni 7. Útferð við báti úr Sunnbø til Fámjin fyri at síggja hellukópar, fugla- og plantuvøksturin í fuglabjørgunum 8. Døgnið runt hjá bjargafugli 9. Kanna smákykt í moldini við Berlese-fellum 10. Hyggja eftir firvaldum 11. Hyggja eftir, hvussu nógv sløg av reyðmaðki finnast, og hvar tey liva 12. Um grind kemur, fara vit í grind 13. Máta vøkstur og hita á fuglatúgvum
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkar, 2-3 studentar í hvørjum, sleppa allir at royna tað sama. 3 lærarar hava 50 tímar í part til fyrilestar, feltinnsavning, konservering, viðgerð av innsavnaðu tilfari og rapportskriving.
Próvtøkuháttur
Ein rapport skal gerast og góðkennast.
Lestrarlisti
Bloch, D. 1999. Villini Súgdýr í Útnorðri. Føroya Skúlabókagrunnur. Bloch, D. 2001 Færøernes grindefangst med en tilføjelse om døglingefangsten. 6. Udg. Føroya Náttúrugripasavn Enckell, P.H. 1998. Kräftdjur. Gr@fic Publishing Hansen, L. 2006. Lykil at greina skórdjór. Jóhansen J. 2000. Fosaa, A.M. og Rasmussen, S. (eds). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur. Sørensen, S. and Bloch, D. 1990. Fuglar í Norðurhøvum. Føroya Skúlabókagrunnur.
Ábyrgd
Dorete Bloch